Sjovarkommuna

Seniorfestivalurin 2019

Seniorfestivalurin 2019

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Tað er aftur Roðin – økistænastan, ið skipar fyri. Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu. Seniorfestivalurin verður leygardagin 1. juni kl. 15.00.

Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan, so gestir, umframt at njóta tónleikin, hugnan og samveruna, eisini kunnu nýta høvið at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum.
Kringumstøðurnar á festivalinum eru einastandandi! Telt verða sett upp á parkeringsøkinum og økinum kring røktarheimið í Runavík, har tónleikaframførslur, matur og hugni kunnu njótast. Á hendan hátt er festivalurin væl vardur í mun til veður og vind, eins og allir neyðugir fasilitetir eru nærhendis.

Nógvur góður tónleikur, sangur o.a verður á skránni. Vit fara at hoyra Hallelujasofus, Punktum, Marjun Wolles & Kjartan Valdemarson, Fourmehn, Hanus G, Elin B. Heinesen (trio), Kára P, Vestmenn og Sløkkiliðið á Skálafjørðinum.

Sum nakað nýtt verður eisini felagssangur á skránni, og ein spennandi málningaframsýning, sum búfólk á ERE- og fólk sum koma á dagtilhaldið, hava málað. Málningarnir verða til sølu.

Hjartaliga vælkomin!

Atgongumerki á kr. 250,- fáast her.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00