Arbeiðsdagur í Sjóvar kirkju

kirkjuhus
Mánadagin 17. juni. Byrjað verður við døgurða kl. 17.


Í morgin , mánadagin tann 17, skipar kirkjuráðið fyri ‘garðdegi’

Vit ætla at:

· Rudda túnið fyri leysan skerv

· Umvæla flagtekjuna

· Sláa og lúka økið niðan móti vegnum

· Mála ymiskt

· Rudda og málað ‘neystið’

· Rudda og skipa goymslurnar í kirkjuhúsinum

· o.a.m.

Øll eru vælkomin at hjálpa til. Og tað hevði verið gott, um onkur kann taka amboð við. Brúk verður fyri spaka, krákunevi, trillubøru, bensin-grastrimmara, spann og øðrum.
Vit ætla at tøma neystið, so um onkur kann hava ein viðfestivogn við, hevði tað verið gott.

Vit byrja kl. 17 við einum døgurða.


Kirkjuráðið fyri Sjóvar kirkju.