Sjovarkommuna

Skúlin

Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887.

Frammanundan var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð. Lærari var Johs. Petersen í Saltnesi.

Í 1876 verður lærari settur í Sjóvar sókn. Tað er Jógvan Poulsen, sum kemur at halda skúla á Strondum, Skála og Selatrað. Hann er lærari til 1917, tá kemur Jóhan Poulsen, og er hann einalærari til1933, tá Chr Høj verður settur annarlærari. Í 1958 fer Jóhan Poulsen frá, Chr Høj verður 1.lærari og Edmund í Garði 2.lærari.

Frá 1933 til 63 eru 4 flokkar á Strondum. Øll hesi árini er tímatalvan óbroytt, t.v.s. teir báðir lærararnir hava tær somu lærugreinarnar í teimum ávísu flokkunum. Í 1963 kemur ein flokkur aftrat og í 66 aftur ein.

Tá koma Ámundur Berthelsen og Hjalgrím Poulsen til skúlan. Selatraðarskúli verður niðurlagdur í 1969, tá skúlin verður bygdur á Strondum og Magnus Nielsen, einalærari, kemur út í Stranda skúla at arbeiða.

Í 1969 varð, sum sagt, nýggjur skúli tikin í brúk á Strondum, og hevur hann eisini framhaldsdeild.

Umframt næmingar úr Sjóvar kommunu, so koma eisini næmingar av Skála, Skálafirði, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í skúlanum.

í 1984 varð vaksið um skúlan, so nú vóru munandi betri umstøður.


kopi__af_skulin_28.02.2011_008

Í 2011 er skúlin aftur útbygdur, nú er ein nýtt læraraumhvørvið gjørt, og ein bygningur við 7 skúlastovum er bygdur úr suðurendanum frá fimleikarahøllini.

Eftir summarfrítíðina 2013, fóru næmingarnir av Skála, Skálafirði, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í Runavíkar skúla.

Í stranda skúla ganga nú 115 næmingar og 20 lærarar arbeiða í skúlanum.

Umframt vanliga undirvísing er eisini tónleikaundirvísing í skúlanum.

Heimasíðan hjá Stranda skúla er: www.strandaskuli.fo

Filmur um Stranda skúla

 

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00