Sjovarkommuna

Løgtingsvalið 2019

brævatkvøður

valrættur hjá lesandi uttanlands




Valrættur hjá lesandi uttanlands

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsóknarblað fæst teldutøkt í høgra bredda og kann útfyllast og útskrivast beinleiðis av heimasíðuni. Til ber eisini at fáa umsóknarblað frá kommununum og føroysku viðskiftastovunum.

Á umsóknarblaðnum skal tann lesandi eitt nú upplýsa heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðið. Tað er ikki longur neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum.

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um longu nú at søkja um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.

Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum.


Umsóknarblað um upptøku á vallista finnur tú á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum: her

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00