Sjovarkommuna

Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Fjarðastevnu

Artur Johansen

Vælkomin á Fjarðastevnu 2019


Fýra ár er liðin síðani vit í Sjóvar kommunu seinast settu Fjarðastevnuna. Fjarðastevnan er FM-stevna í kappróðrinum, og gongur upp á skift annaðhvørt ár ímillum Skálafjørðin og Vestmanna, og harumframt gongur hon eisini upp á skift ímillum bygdirnar Strendur og Skála aðruhvørja ferð hon er á Skálafjørðinum.

Av tí at Eystanstevnan er FM-stevna í kappróðrinum annaðhvørt ár, so er tað FM-kappróður á Skálafjørðinum á hvørjum ári, og hetta fegnast vit um. Skálafjørðurin er sera væl egnaður til kappróður. Havaldan røkkur ikki inn á fjørðin, og streymviðurskiftini er sera avmarkaði. Okkara tjóðarítrótt hevur tí, av náttúruávum, allarbestu karmarnar at virka undir.

Tað er óivað satt, at FM-stevnurnar, ella bygdastevnurnar, áður høvdu størri undirtøku, enn tær hava í dag, men tað er ein sannroynd, at uttan FM-stevnurnar, so høvdu vit neyvan havt nakran skipaðan kappróður.

Eg haldi tó ikki, at stevnan skal undirmetast. Nógv verður gjørt burturúr, og fólk blíva betri og betri til at finna uppá ymiskt, bæði til skemtunar og álvara, og av tí at tað eru nøkur ár ímillum tey stóru tøkini, so fáa tey, sum skipa fyri, tíð at koma fyri seg og árræði til at herja á aftur, tá ið tað aftur verður okkara tørn.

Stevnan er eitt gott høvi hjá ítróttini, listini og øðrum sjálvbodnum áhugamálum at sleppa at seta dám á bygdalívið, og tað er hugaligt at fylgja við, hvussu nógv orka verður løgd í at fáa áhugaverd tiltøk á skrá, og at tað er hugurin, ið drívur verkið.

Hjá ítróttarfeløgunum St.Í.F. og Stráluni, gevur stevnan eisini eitt fíggjarligt íkast til virksemið í feløgunum, og júst hesi feløg eru sera virkin á øllum frontum, nú vit kalla saman til stevnu.

Sjóvar kommuna fegnast um, at so nógv sjálvboðin taka lut í stevnuni, soleiðis at øll í økinum kunnu fáa nakrar minniligar dagar og tað gevur eisini nýggjum borgarum og vitjandi annars eitt sera gott høvi til at koma í samband við fólk í økinum, og harvið styrkja felagskensluna og huglagið sum heild.

Sjóvar kommuna takkar øllum teimum mongu, sum á ein ella annan hátt hjálpa til og geva sítt íkast í skránna og stevnuna sum heild, og vit bjóða vælkomin til allar stevnugestir, og ynskja okkum øllum eina góða stevnu.


Artur Johansen, borgarstjóri

 

Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00