Sjovarkommuna

Kommunustýrisfundur 11.07.2019

Kommunustýrisfundur 11.07.2019
Møtt: Artur Johansen, (Lisa Frederiksberg), André F. Danielsen, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Helga Bára Mohr Vang (fyri Jákup Berthelsen), (Súni F. Olsen), Levi Nybo og Pole J. Hansen
Umframt: Bárður Danielsen, skrivari í vinnunevndini
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 16:00-17:55


Mál nr.: 546-1-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki og bryggja á Hulki – atkvøðugreiðsla um ógegni og eykalimir fyri kommunustýrislim, sum er burturstaddur.
Avgerð: Súni F. Olsen metir seg ógegnigan til viðgerð av hesum málið, vísandi til §3, stk. 3 í Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.
Samtykt við 7 atkvøðum fyri, at Súni F. Olsen er ógegnigur, og tí tekur Levi Nybo, eykalimur, við fyri Súna.
Lisa Frederiksberg metir seg ógegniga til viðgerð av hesum málið, vísandi til §3, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.
Samtykt við 7 atkvøðum fyri, at Lisa Frederiksberg er ógegnig, og tí tekur André F. Danielsen, eykalimur, við fyri Lisu.
Jákup Berthelsen er burturstaddur, og hevur biðið um at eykalimur verður boðaður á fundin fyri hann. Helga Bára Mohr Vang tekur tí sæti fyri Jákup Berthelsen.


Mál nr.: 546-1-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki og bryggja á Hulki
Avgerð: Atkvøtt verður um: Tilboð frá Rókini fyri verkætlanina at gera nýggja bryggju og vinnuøki á Hulki.
Harumframt tilboð upp á projektering og uppfylgjan, byggileiðslu og eftirlit og arbeiðstøkutrygging/spreingitrygging.
Tað, sum ikki er við í tilboðnum, er: Katodisk verja av spunsi, oljuskiljari, fundament til hámastrar, jørðskipan og potensialjavning, talvur og høvuðskaðalar, kraftinnleggingar, ljósinnleggingar, tendriskipan, brunnar til landstreym.
Atkvøðugreiðsla: Fýra atkvøður fyri – Artur, Steingrím, Anfinn og Pole
Eingin ímóti og tríggjar blankar: André, Helga Bára og Levi.
Viðmerking frá André, Helgu Báru og Levi: Útbygging av vinnuøkinum er neyðug, men undirritaðu hava ikki verið inni í málinum frá byrjan av, og kunnu ikki meta um hetta er skilabesta íløgan í útbyggingini av vinnuøkinum á Hulki.
Samtykt at taka av tilboðnum og seta arbeiðið í gongd.
Kr. 7.000.000 eru settar av í 2019 og restin verður sett av í fíggjarætlanini fyri 2020.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00