Sjovarkommuna

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Broyting í byggisamtykt Gerðastøð

Broyting fyri G-økini (neystaøkini)

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 22. juli 2019 til mánadagin 12. aug. 2019.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Ásetingarnar fyri G-øki (neystaøki) verður broytt til:

a) Økið verður nýtt til neyst og havnalag í sambandi við hetta.
b) Bygging kann bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið og samsvarar við ásetingarnar her niðanfyri.
c) Neyst skulu standa lið um lið við skjøldri móti sjónum.
d) Neyðugar gøtur kunnu tó vera ímillum.
e) Neystini skulu hava mønu við halli millum 35 og 50 stig – tó helst ”triðingsreyst” (uml. 42 stig).
f) Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m. breiðir.
g) Hædd frá lidnum lendi við niðara enda kann í mesta lagi vera ávikavist 4,5 m. til yvirgrind og 7,0 m. til mønu.
h) Víddin á tí einstaka neystinum kann í mesta lagi vera 50 m2 (t.d. 5x10 m.).
i) Møguligir svalar skulu vera frítthangandi (ikki súlur undir) og kunnu í mesta lagi horva 1,5 m. oman um útsíðuna. Fríhæddin upp undir svalan skal í minsta lagi vera 2,1 m.

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur
ella: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. í seinasta lagi 9. sep. 2019

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00