Sjovarkommuna

Dagur og Vika og gummigranulat

4
Kunning í sambandi við tíðindi í Degi og viku 16. juli 2019


Í Degi og Viku týskvøldið 16. juli 2019, bleiv varpað ljós á trupulleikan við granulati, ið endar í føroysku náttúruni. Innslagið var gjørt í Sjóvar kommunu, og lendið í Langanesi var miðdepilin í innslagnum. Orsøkin til hesa staðseting er, at Sjóvar kommuna hevur havt eina goymslu av granulati í Langanesi.

Sjóvar kommuna hevur fyri nógvum árum síðani gjørt ein hálvan graslíkisvøll ímillum barnagarðin og bygdahúsið á Strondum. Síðani eru nakrir smærri sparkivøllir gjørdir eisini. Viðlíkahaldið av vøllunum er í stóran mun at fylla nýtt gummi á, tí við tíðini harðnar vøllurin, bæði tí at veður og vindur viðvirka til, at nøgdin av gummi minkar og tí at gummi arbeiðir seg longur og longur niður í grasteppið.

Sjóvar kommuna eigur fleiri økir, har ið vit goyma viðlíkahaldstilfar av ymiskum slagi. Millum annað eiga vit eina neystagrund ímillum gamla Strandferðslubygningin og neystið hjá Fløtumonnunum í Langanesi. Her hava staðið nakrir sekkir av gummigranulati, ið vit hava nýtt til viðlíkahald av graslíkisvøllunum í kommununi. Sjóvar kommuna hevur graslíkisvøllir á Strondum, við Sjógv, Innan Glyvur og á Selatrað.

Fyri tveimum árum síðani, gjørdi Sjóvar kommuna av at skifta teir gomlu graslíkisvøllirnar út við nýggjari og betri tilfari, ið ikki dálkar líka illa sum teir gomlu vøllirnir, og í sama umfari bleiv vøllurin á Selatrað eisini gjørdur liðugur.

At halda almenn økir rein og ruddilig eigur sjálvandi at vera ein av fremstu uppgávunum hjá einari kommunu, og vit royna eftir førimuni at liva upp til hendan arbeiðssetning. Onkuntíð gongur tað skjótt og onkuntíð eitt sindur seinni.

Sum ábyrgdarfull kommuna taka vit sjálvandi undir við, at mikroplast og órudd annars er ein trupulleiki, ið eigur at fáa sakliga viðgerð, bæði politiskt og í almennu miðlunum, og tann 20. juni í ár var gjørd ein gjøgnumgongd av almennum økjum í Heygsstøð og í Langanesi, og tá bleiv avgjørt, at gummigranulatið skuldi beinast burtur beinanvegin, tí tørvur var ikki á tí longur. Á morgunfundinum, tann 21. juni bleiv uppgávan skrásett, og mánadagin tann 24. juni 2019 bleiv økið ruddað, og gummigranulatið burturbeint.

Granulatið bleiv tikið upp við lastbilð við krana, og sjálvandi bleiv reinsað so væl sum gjørligt og so væl sum ein kranabilur kann gera hetta. Sambært okkara arbeiðsmonnum, sum vóru tilstaðar, tá ið økið bleiv ruddað tann 24. juni, so bleiv økið rættiliga væl ruddað. Neystagrundin hevur ikki betongdekk, og gólvið í neystinum er úr planeringstilfari. Øll neystagrundin og ein partur av planeringini bleiv reinsað, og síðani bleiv avgjørt, at økið skuldi hampast og fríðkast.
Í ár hava vit fríðkað økir við Stóru Glyvur, undir kirkjuni við Sjógv og nú í Langanesi, og vit hava m.a. brúkt skerv at fríðka við. Skervurin bleiv lagdur har, og síðani hava ”Ung í arbeiði” verið við til at slætta og fríðka grundina, og vit kunnu skoyta uppí, at ungdómar í arbeiði á hvørjum ári verða brúktir til tílikar fríðkanaruppgávur, og vit meta hetta hava góða ávirkan á tey, og at tey á henda hátt gerast tilvitað um týdningin av at fríðka um, at hava ans fyri náttúruni og at hava økir rein og ruddilig.

Í innslagnum í Degi og Viku týsdagin tann 16. juli bleiv sagt, at nakað av granulatinum er burturbeint, men at eitt umleið 5 centimetur tjúkt lag av gummi liggur eftir. Eisini bleiv sagt, at onkur hevur roynt at fjala granulatið undir skervi.

Sjóvar kommuna vil afturvísa, at talan var um at fjala granulat, og at tað liggur eitt tjúkt lag av gummi eftir í Langanesi, og vit halda tað vera óheppin tíðindaflutningur, tá ið eitt mál bert verður lýst úr einum vinkli.

Innslagið bleiv sent týskvøld. Eg hevði samskifti við umboð frá Kringvarpinum, vikuna frammanundan, og tá komu omanfyrinevndu pástandir eisini fram, og var eg eitt sindur harmur um, at ein, eftir mínum tykki, nú avgreidd støða, skuldi fáa slíka umrøðu. Eg upplýsti fyri umboðunum hjá KVF, at eg var upptikin mánadagin og týsdagin, so vit hálvgum avtalaðu, at vit kundu gera eitt innslag mikudagin, soleiðis at tey kundu hava tað klárt til Dag og Viku fríggjadagin. Mánadagin fekk eg boð um, at redaktørurin vildi hava søguna við í týskvøldið, og tí bleiv ongin samrøða gjørd.

Vit vilja enda við at heita allar okkara borgarar um at virða høvuðsboðskapin í innslagnum í Degi og Viku, sjálvt um innslagið, eftir okkara tykki, kundi verið meira undirbygd, og vit vóna at hvør einstakur av okkum dagliga hugsar um umhvørvið og um komandi ættarlið. 

Fleiri viðmerkingar eru komnar seinastu dagarnar, serliga á Facebook, um innslagið í Degi og Viku, og samanumtikið er at fegnast um, at borgarar í Sjóvar kommunu vilja hava, at kommunan er rein og ruddilig, og fara vit eftir førimuni at ganga undan við at halda kommununa reina og ruddiliga og framhaldandi liva upp til myndugleikakrøv og borgaraynskir.

Sjóvar kommuna
Artur Johansen, borgarstjóri

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00