Sjovarkommuna

Grundstykkini á Fríðufløtum seld í næstum

20190412 110346

Arbeiðið at gera nýggju grundstykkini á Fríðufløtum og við Hálsatjørn gongur støðugt framá. Arbeiðið at gera grundstykkini á Fríðufløtum er nú komið so mikið langt, at Sjóvar kommuna fer at selja hesi grundstykkir í næstum. Ellivu grundstykkir eru í nýggju útstykkingini á Fríðufløtum.

Øll grundstykkini, bæði á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, eru umbiðin.

Tey stykkir, ið ikki verða seld, verða lýst til sølu á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. Hetta verður gjørt á undirsíðuni ”Tøk grundstykkir”, sí leinkju niðanfyri:

http://sjovarkommuna.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=603&Itemid=191

Um ein ynskir at keypa grundstykki í Sjóvar kommunu, skal ringjast á tlf.nr. 472727 ella senda teldupost til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den..

Arbeiðið við útstykkingini við Hálsatjørn gongur eisini framá. Vónandi kann kommunan selja grundstykkini í fyrru helvt av útstykkingini seinni í ár. Fyrra helvt eru stykkini norðan fyri rundkoyringina og stykkini við ovara vegin sunnan fyri rundkoyringina.

Arbeiðið at gera seinnu helvt av útstykkingini við Hálsatjørn, sum eru grundstykkini við niðara veg sunnan fyri rundkoyringina, væntast at verða liðugt við árslok. Vónandi verða hesi stykkir klár at selja fyrst í 2020.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00