Sjovarkommuna

Sáttmáli um vinnuøki og nýggja bryggju á Hulki

Sáttmálið undirskrivaðu millum Sjóva kommunu og Rókina

Í gjár skrivaðu Artur Johansen, vegna Sjóvar kommunu, og Jákup Martin Kjeld, vegna Sp/f Rókina, undir sáttmála um nýggja bryggju og vinnuøki á Hulki.

 


Hulkur er eitt vinnuøki, har ið vinnuligt virksemi hevur verið í nógv ár. Verandi bryggja hevur tænt okkum væl líka síðani einaferð í 1950'unum, og væl hevur hon hildið, men støðulýsingar av bryggjuni vísa, at neyðugt er at gera umfatandi umvælingar. Viðmerkjast kann eisini í hesum sambandi, at verandi virksemi, við stórum bilum og tungum bingjum, elvir til munandi meira trýst, sum verandi bryggja av fyrstan tíð als ikki er ætlað til. 

Kostnaðurin fyri at umvæla og og betra um viðurskiftini á verandi bryggju er somikið stórur, at kommunustýrið í staðin hevur avgjørt at gera nýggjan bryggjukant 20 metrar uttanfyri verandi norðaru bryggju. Longdin á bryggjuni er 107 metrar, og dýpdin frammanfyri nýggju bryggjuna verður 12 metrar, í mun til verandi dýpi, sum er millum 5 og 7 metrar. Vit ynskja okkum eitt tryggari og rúmsáttari havnalag og vinnuøki sum eisini gevur okkum fleiri inntøkumøguleikar, og vísandi til dýpdina frammanfyri tann nýggja bryggjukantin, so fer hetta at betra munandi um okkara vinnumøguleikar á bryggjuni.

Samstundis sum nýggj bryggja verður gjørd, verður vinnuøkið, norðan fyri Vaðhorn Seafood, víðkað við uml. 2.500 m2. Orsøkin til hetta er, at umstøðurnar til verandi virksemi á Hulki ikki eru nøktandi í løtuni. Nógv ferðsla er á økinum, bæði bilar og fólk, og atkoman til økið og plássið rundan um virkið er avmarkað. Vit hava mett, at økið hevur tørv á eini útbygging, og tí er avgjørt at spreingja og planera norðan fyri verandi virki.

Við  at spreingja norðan fyri Vaðhorn Seafood, fær Sjóvar kommuna fyrimunir við ikki at flyta grótið langvegis, tí grótið verður brúkt sum ífylla í bryggjuna. Á henda hátt verða 2 ætlanir samantvinnaðar, tann at skapa tryggari karmar rundan um virksemið hjá matvøruvirkinum, Vaðhorn Seafood, og tann at umvæla og gera eina nýggja bryggju.  

Ágóðin við at skapa betri karmar og at betra um umstøðurnar og trygdina á vinnuøkjum er, at vinnan framhaldandi ynskir at virka í okkara øki, eins og nýggjar vinnur møguliga leggjast afturat. Við at geva vinnuni møguleika at støðast og mennast, so fáa okkara borgarar vónandi arbeiðspláss í økinum, og hetta hevur sera stóran týdning fyri livikorini og trivnaðin.

Arbeiði byrjar í næstu viku og skal verða liðugt í 2020. Tað er Sp/f Rókin, ið skal gera arbeiðið, og arbeiðið verður skipað í samstarvi ímillum Sjóvar kommunu, Sp/f Rókina og Landsbyggifelagið, sum hevur fakeftirlit og projektleiðslu.

Sjóvar kommuna fegnast við hesum um, at kunna bjóða vinnuni betri karmar inni á Hulki, og gleða okkum til at fara undir arbeiðið.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00