Sjovarkommuna

Hevur tú ongan posa eftir?

Grái posin

IRF ber nýggjar posar út í september




Í viku 38 verða nýggj rull við gráum posum borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá ið 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.

Manglar tær posar, áðrenn nýggir verða bornir út, eru ov nógvir posar nýttir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her.


Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja

·         Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla.

·         Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta

·         Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum

·         Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið.

·         Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið. Hvat kann eg annars lata í reyða posan?


Kommunal endurnýtslupláss

Hevur tú størri nøgdir av burturkasti, verður víst til kommunala endurnýtsluplássið. Finn títt pláss og upplatingartíðir her.


Bingjuleiga

Skalt tú byggja, umvæla ella møguliga rudda kjallara/loft, er møguligt at leiga ein bingju frá IRF. Les meira her.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00