Túgvan, Rókin og Reiðrið

IMG 4349

Í gjár var móttøka í nýggju vøggustovunum á Lítlafløtti.

Artur byrjaði løtuna við at bjóða vælkomin, og síðani sungu børnini úr Dáastovu tríggjar sangir.

Síðan helt Pole J. Hansen, formaður í trivnaðarnevndini, røðu, har hann greiddi frá viðurskiftunum í samband við byggingina av vøggustovunum. Eisini takkaði hann øllum, sum hava verið knýtt at verkætlanini.

Sóleyð D. Joensen, leiðari á Lítlafløtti, helt eisini eina røðu og nam á sama hátt sum Pole við viðurskifti viðvíkjandi nýbyggingini og avgerðir, ið skulu takast í hesum sambandi. Sóleyð endaði løtuna við at avdúka nøvnini til tær nýggju, snotiligu vøggustovurnar, sum nú eita Túgvan, Rókin og Reiðrið. Navnakapping varð fyriskipað millum starvsfólki á Lítlafløtti, og Sigrið á Kinn Olsen átti vinnandi uppskotini. Vit halda, at nøvnini hóska sera væl til nýggju stovurnar.

Nógv fólk nýttu møguleikan at síggja nýggja bygningin, og vóru tey flestu sera væl nøgd við úrslitið.Vøggustovurnar verða tiknir í nýtslu mánadagin 02. sept. 2019. 

Myndir frá tiltakinum eru at síggja í myndasavninum.