Sjovarkommuna

Vetrarfriðing, frítíðarkort og 3. barnið frítt á Lítlafløtti

Búmerki
frágreiðing um fíggjarætlanina fyri 2020

 


Fíggjarætlan 2020

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur á kommunustýrisfundi 25/11-2019, samtykt fíggjarætlanina fyri 2020.
Í fíggjarætlanini verður roknað við inntøkum á umleið 55 mió.kr., útreiðslum á umleið 52 mió.kr. og íløgum á umleið 21 mió.kr.

Inntøkur:    55.063.000 kr.   
Útreiðslur:  51.993.000 kr.   
Íløgur:        21.245.000 kr.   

Kommunuskattur:  21%    
Barnafrádráttur:   7.000 kr.        

Útreiðslur:
Kommunal fyrisiting            4.447.000                                
Almanna- og heilsumál     17.588.900                            
Børn og ung                      13.088.800                                            
Undirvísing                          4.811.600  
Mentan og frítíð                   2.740.400  
Teknisk mál                         4.259.200  
Kommunal virki                    3.309.200  
Rentur og rentustuðul          1.747.900  
Útreiðslur í alt                    51.993.000  

Íløgur:
Viðlíkahald                           5.100.000 
Fríðkan                                1.300.000 
Útstykkingar                         1.450.000 
Søla grundøkir                    -1.150.000 

Vegir                                    2.500.000 
Gøtuljós                               1.100.000 
Havnaløg                             9.800.000
Aðrar íløgur                         1.145.000
Íløgur í alt                          21.245.000


Kommunustýrið hevur í fíggjarætlanini raðfest viðlíkahald av verandi bygningum rættiliga høgt. Sjóvar kommuna eigur fleiri bygningar, og fleiri av hesum hava í størri og minni mun tørv á viðlíkahaldi. Millum annað verið hildið fram við at klæða skúlan. Øll vindeygu í 1984-bygninginum skulu skiftast, eins og skúlin skal klæðast. Kommunuskrivstovan skal dagførast og eisini er ætlanin at gera umvælingar og broytingar í bygdahúsinum.

Í egningarmiðstøðini, sum bleiv gjørd í 2005, verða allar frystieindir skiftar.

Roðin, sum er eldrasamstarvið hjá Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu, hevur ein viðlíkahaldstørv á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, og hava allar kommunur í samstarvinum sett pening av til hetta viðlíkahald.

Á havnaløgunum eru avtalur gjørdar í 2018 og 2019, sum væntandi vera lidnar í 2020. Talan er um útbyggingina av vinnuøkinum og havnalagnum á Hulki og um verjugrót og vinnuøkið við tunnilsmunnan í Eysturoyartunlinum. Eisini er nakað avsett til bátahylin í Heygsstøð.

Á fríðkanarøkinum er ætlanin at arbeiða víðari við spæliplássinum við skúlan og miðstaðarøkinum sum heild.  Peningur er settur av til at gera nýggja gøtu millum Strendur og Kolbeinagjógv, og at seta ljós fram við vegnum út í Raktanga.

Á Selatrað verður arbeitt við at ”vetrarfriða” bygdina. Selatrað er einasta bygdin, sum ikki er vetrarfriðað, og vóna vit at koma á mál við hesum í 2020.

Útstykkingarætlanirnar halda fram, og er peningur avsettur til at útstykkja í Kolbeinagjógv, Innan Glyvur, á Selatrað og at gera útstykkingina við Hálsatjørn lidna.

Á vegaøkinum skulu, eins og undanfarin ár, gerast ábøtur, bæði á asfalt og gøtuljós. Tilgongdin við at skifta gøtuljósini til LED heldur fram, og væntandi verða ljósini á Morskranesi skift í ár.

Á ítróttar- og mentanarøkinum hava vit ætlanir um at seta eina skipan við ”fríkorti” í gongd. Hendan skipan gevur børnum frá 6-18 ár eitt fríkort upp á 2.000 kr., sum tey kunnu nýta til at luttaka í ymiskum tilboðum í økinum. Talan er um eina royndarætlan, sum verður endurskoðað um eitt ár.

Kommunstýrið hevur eisini endurskoðað barnagarðsgjaldið. Higartil hevur 1. barnið goldið 100%, 2. barnið goldið 75% og 3 barnið goldið 50%, meðan 4. barnið hevur verið ókeypis. Frá 2020 verður hetta broytt soleiðis, at 3. barnið eisini er ókeypis, og at foreldur tí bert skulu rinda fyri tvey børn.

Tað er við góðum treysti, at vit fara undir seinasta árið í hesi setuni.


Sjóvar kommuna

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00