Sjovarkommuna

Sløkkiliðsmaður í 25 ár

Villi SKS1
Heiðraður fyri trúgva tænastu



Vilhelm M. Olsen 25 ár sum sløkkiliðsmaður hjá SKS.

Leygarkvøldið, 21. des., var Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ára  trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði,  Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi heiðurstekin.

Villi SKS2 
Frá vinstru: Vilhelm M. Olsen varatilbúgvingarleiðari,
Sunleiv Højgaard tilbúgvingarleiðari og Jóhannus Danielsen formaður.

Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995, og hevur nógvu seinastu árini verið vara tilbúgvingarleiðari.
Villi býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagligt arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.
Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í Skálafjarðar kommunala sløkkiliði í 25 ár.
Fyri 1 árum síðani fingu 5 aðrir sløkkiliðsmenn hjá SKS eisini heiðursmerki fyri 25 ára trúgva tænastu, og tað var fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

Sløkkiliðsmenn heiraðir 2
Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen,
Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen.

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00