Stranda Bókasavn

 

bokur1
Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Bókasavnið er í Stranda skúla.

Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum.

Á Stranda Bókasavni eru næstan allar føroyskar bøkur, sum eru komnar út seinastu 40 árini, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og fakbøkur.

Fakbøkur fevna um mangt og hvat: náttúru, bygdasøgu, list, ævisøgur, mál, uppskriftir, handbøkur – og nógv, nógv annað.

Eisini er eitt úrval av donskum barna- og ungdómsbókum, skaldsøgum og fakbókum.

Ljóðbøkur – bøkur at lurta eftir: skaldsøgur, endurminningar, søga, barnabøkur, ungdómsbøkur. Tær flestu eru sum fløgur, men nakrar eru á kassettubondum.

Bókasavnið er opið soleiðis:

Um dagin: 
mánadag: 09:30-09:45 og 10:40-11:45
týsdag: 09:30-09:45
mikudag: 09:30-11:45

hósdag: 08:45-09:45 
fríggjadag: 09:30-09:45

Bókasavnið er vanliga opið fríkorterið undan og aftan á tíman, sum tað er opið.

Um kvøldið:
mánakvøld: kl. 18:00-20:00 
og mikukvøld: kl. 19:00-21:00


Barnagarðar, pensjonistafeløg og aðrir felagsskapir eru vælkomnir at avtala tíð at koma at vitja bókasavnið.

   

Stranda bókasavn er tøkt á internetinum. Tað ber til at síggja, hvørjar bøkur savnið hevur, og um tær eru tøkar.
 
Hygg her, hvørjar bøkur eru tøkar Fyri at finna bøkur úr Stranda bókasavni: Víðka leiting > Leita eftir: Føroysk bókasøvn > Leitingarøki €Strendur

 
Tlf. 47 27 35

Bókavørður á Stranda bókasavni er Elin Henriksen
Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.