Sjovarkommuna

Leysgangandi hundar

 hundur
Tað er ein stórur trupulleiki, at hundaeigarar ikki fylgja lógini.



Enn einaferð verður mint á, at lógin um  leysgangandi hundar skal haldast!

Borgarar hava vent sær til kommununa um, at tey nóg illa hætta sær ein túr, tí so nógvir hundar ganga leysir.
Vit hava eisini frætt frá fólki, sum ilskast um, at blómur og grømeti ikki fær frið í havunum tí moldin verður grivin upp og at hundalortar liggja allastaðni.
Vælsignaðu hundaeigarar lati ikki hundin ganga leysan, og taki lortin upp um hundurin ger burtur av sær!

 
Gr. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990, sigur m.a.:

Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu,
vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu,
uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki,
sum hevur fult ræði á honum.

Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara,
bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði.

Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt,
at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.

Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum,
tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur.
Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1,
verður lýst eftir ánaranum.
Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá,
ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld,
sum staðist hava av upptøkuni,
kann løgreglan avhenda ella avlíva hann.


Alt samskifti viðvíkjandi leysgangandi djórum er umvegis løgregluna.

Borgarar, sum argast av leysgangandi djórum,
kunnu venda sær til Politistøðina í Runavík.

Tey, ið hava mist ein hund ella annað djór burtur,
kunnu ringja til Politistøðina.

Ómaksgjald verður goldið, tá ið djór verða upptikin. 
 
 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00