Tíðindi
27. mar 2024
Páskareggjaveiða 30. mars
Hey øll børn í Sjóvar kommunu.
Nú fara vit aftur á páskareggjaveiðu.
Viðrar verður páskareggjaveiða páskaaftan, leygardagin 30. mars.
Vit skriva eitt staðarnavn á Facebooksíðuna, sum eitur "Páskareggjaveiða". Tá tú hevur funnið staðið, tekur tú eina sjálvsmynd og leggur hana undir staðarnavnið. Tá tú hevur tikið mynd av minst fimm støðum, skalt tú koma í skúlagarðin og har fært tú eitt páskaregg (øll børnini fáa eitt egg í part).
Í skúlagarðinum verða eisini nýbakaðar vaflur at fáa.
Veiðan byrjar kl. 14:00 og heldur fram til kl. 16:00
Tit eru vælkomin at bjóða onkrum vaksnum við, og páskagestir eru eisini vælkomir.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludysturin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúlaframsýningini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsinum á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónistafelagnum
15. apr 2024