Tíðindi
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
Søkt verður eftir:
- tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 15. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.
Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. apríl 2024, kl. 12:00 og sendast til:
litliflottur@sjovar.fo
ella:
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur