Tíðindi

08. mai 2024

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum

Vit søkja eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt.
Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar eru eisini vælkomnir at søkja størvini.
Eisini søkja vit eftir sjúkra- og feriuavloysarum.
Størvini eru í vøggustovu, barnagarðstovu og frítíðarstovu.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum. Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, Betri vinir og TÍTT.

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi

- at tú skilur og tosar føroyskt

 

Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747  

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. maj 2024, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2024
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 2024
17. mai 2024
Faroese as a language course for adult newcomers 2024/­2025
16. mai 2024
Ruddingardagu­rin útsettur vegna verkfall
16. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgv­ingar­degnum
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
15. mai 2024
Eingin almenn svimjing vegna verkfall
15. mai 2024
Ruskplássið stongt vegna verkfall
13. mai 2024
Seks kommunur seta fólka­talsmet

Send boð til Sjóvar kommunu