Sjovarkommuna

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi setur met

Reyði Krossur 2014
Reyði Krossur Føroya fekk met høgan stuðul til landsinnsavningina

 

 

 

Inn eru komnar 1.414.000  krónur. Hetta er á leið ein hálvan millión krónur meira í mun til í fjør.

“Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi”, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.

 Í fjør komu inn 822.000 krónur, og fyrra árið komu inn 833.000 krónur. Hesi bæði árini vóru metár í mun til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi. Við góða úrslitinum í ár á 1.414.000 krónur fær Reyði Krossur nú betri útint hjálpararbeiðið bæði uttanlands og í Føroyum.

“Við hesum stak góða úrslitinum staðfesta vit enn einaferð, at føroyingar vilja hjálpa. Vit eru ógvuliga takksom og ynskja at takka øllum hjartaliga fyri stóra stuðulin og álitið til okkum sum felagsskap”, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Hjalti í Jákupsstovu.

 Fleiri hundrað fólk hjálptu sjálvboðið til við landsinnsavningini, ið var leygardagin 12. september. Um 400 bússur eru taldar og skrásettar, eins og flytingar, ið eru komnar inn umvegis stuðulstelefonnummarið hjá Reyða Krossi, heimasíðuna og kontur í teim fýra peningastovnunum.

 Føroyska vinnulívið lat 92.000 krónur til landsinnsavningina. Restin av stuðlinum, ið er nakað meir enn 1.320.000, kom frá privatfólki í Føroyum. Bússurnar einsamallar góvu 1.024.433 krónur.

“Vit takka ábyrgdarfólkunum, ið hjálptu Reyða Krossi at fáa bússugangarar bæði í Havnini og kring landið, eins og vit takka øllum, ið gingu við bússunum og øllum, sum lótu Reyða Krossi pening. Eisini takka vit føroysku peningastovnunum og teirra starvsfólkum, føroysku miðlunum umframt fyritøkunum, sum lótu pening og annan stuðul til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Eisini takka vit teimum skúlanæmingum og starvsfólkum, ið tóku seg saman um at savna inn til landsinnsavningina”, sigur Hjalti í Jákupsstovu.  

 Peningurin frá landsinnsavningini verður nýttur til neyðhjálp úti í heimi, har neyðin er størst, til vanlukkuhjálp í sambandi við náttúruvanlukkur og til sosiala virksemi hjá Reyða Krossi í Føroyum.

 Nevndin í Reyða Krossi hittist í næstum at taka avgerð um, hvaðani parturin av landsinnsavningini, ið fer til neyðhjálp uttanlands skal fara í ár.

Í fjør sendi Reyði Krossur hjálp til neyðstøddu flóttarfólkini í Irak, ið vóru flýggjað undan IS til norðara part av landinum. Fyrra árið sendi Reyði Krossur pening frá landsinnsavningini til neyðhjálp til sýrisku flóttarfólkini, ið eisini vóru noydd at flýggja innanhýsis í egnum landi undan ræðuleikunum av krígnum. Humanitera hjálpin til flóttarfólkini í Irak og Sýria fór til at hjálpa teimum við innivist, til mat, vatn, heilivág, teppir og til at veita teimum tryggleika.

kelda: www.reydikrossur.fo

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00