Sjovarkommuna

Kommunulæknaviðurskiftini í Skálafjarðar læknadømi

influensa

Kommunulæknaviðurskiftini við Skálafjørðin hava í eina tíð verið ófriðarlig og avbjóðandi. Í dag verður tað mett at vera ein sjálvsagdur rættur hjá einumhvørjum føroyingi, at hava møguleika fyri at fáa lækna- og heilsutænastu allan sólarkringin, og tá ið hendan skipan vísir veikleikar, so valdar beinanvegin ein ávísur ótti og rættilga skjótt kemur ófrávíkiligt krav um at myndugleikin á økinum vísir ágrýtni og vilja til at fáa skipanina at virka aftur sum skjótast.

Heilsudepil
Heilsudepilin í Skálafjarðar læknadømi bleiv sjósettur 1. juni 2014, tá ið kommunurnar við Skálafjørðin samtyktu at niðurleggja gomlu Skála og Runavíkar læknadømir, og at stovna tað nýggja Skálafjarðar læknadømi. Endamálið við hesi samtykt var at betra um og tryggja borgarum í Nes-, Runavíkar og Sjóvar kommunum góðar og tryggar heilsutænastur í nærumhvørvinum. Borgarstjórarnir saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, Karstin Hansen, undirskrivaðu avtaluna.

Ætlandi skuldu tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplinum, og fyri at røkja hesar uppgávur fara kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fyrioterapeutar og ljósmøður at starvast á heilsudeplinum.

Gott samstarv
Í nógv ár hevur samstarvið rundan um kommunulæknaskipanina á Skálafjørðinum verið sera gott.  Læknahøli hava verið á Skála og á Strondum, og hesar viðtalurnar hava verið mannaðar 3 og 2 dagar um vikuna, og av tí at tað er stutt ímillum viðtalurnar, so hevði hetta lítlan og ongan týdning fyri borgaran, ið hevði tørv á læknatænastu.  Læknarnir hava tó í fleiri ár ynskt at verið staðsettir á einum stað, tí tað er møtumikið og ópraktiskt at flyta seg ímillum viðtalur fleiri ferðir um vikuna, og tað verður heldur ikki møguligt at veita ta bestu tænastuna á henda hátt, tí kanningar og royndir av ymsum slagi skulu ofta standa yvir nátt, og tá ið tú næsta dagin ert í einari aðrari viðtalu, so verður hetta eitt sindur trupult.

Sjóvar og Runavíkar kommunur hava fleiri ferðir tosað saman um ynskini hjá læknunum, um bert at verða staðsettir í einari viðtalu, og báðar kommunurnar hava á nevndar- og umsitingarstøði verið samdar um, at hetta hevði betrað um tænastuna.  Sjóvar kommuna hevur enntá samtykt, at um semja bleiv um at leggja viðtalurnar saman í eina viðtalu, so vildu vit eisini taka undir við, at viðtalan var á Skála, men vit komu ikki á mál við hesi broyting.

Broyttar viðtalur
Fyri at betra um tænasturnar og fyri at lætta um í læknaviðtalunum, so broyttu teir føstu læknaavloysararnir á vestara armi á Skálafjørðinum viðtalutíðirnar, soleiðis at tað var opið eina viku í senn á hvørjum stað, á Skála og á Strondum.  Hetta bleiv gjørt á vári 2015, og onkur viðmerking var um hetta at byrja við, men skjótt sást, at hetta virkaði nógv betur og tí fekk hendan skipan loyvi at halda fram, og hevur gjørt tað líka til viðtalan á Skála skuldi latast aftur og flytast skuldi í tey nýliga dagførdu hølini í heilsumiðstøðini í Runavík.

Í tilgongdini til flytingina í tey nýggju hølini í Runavík, heitti Sjóvar kommuna á avtalupartarnar, um at endurskoða samstarvsavtaluna, soleiðis at tað kundi haldast fram við somu skipan sum vísti seg at virka sera væl, tvs. at viðtalurnar vóru opnar eina viku í senn á hvørjum stað.  Samstarvsavtalan ásetir, at skipanin verður endurskoðað aftaná 2 ár, tvs. tann 1. juni 2016.  Nes kommuna tók undir við áheitanini, men hvørki Runavíkar kommuna ella Heilsu- og Innlendismálaráðið boðaðu frá, at tey ynsktu at endurskoða avtaluna, sjálvt um vit vístu á, at tað verður eitt afturstig at fara aftur til gomlu skipanina, sum eisini lá til grund og var staðfest í samstarvsavtaluni frá 2014, við 3 og 2 døgum á hvørjum stað um vikuna.

Ótryggleiki og mótloysi 
Í dag valdar tíverri ótryggleiki og mótloysi á økinum.  Vit vóna bert at Heilsutrygd megnar at fáa læknaavloysarar til viðtalu 3 í 2017. Okkara føstu læknaavloysarar ynskja ikki at geva eina verri tænastu enn teir geva í dag, og tí hava teir boðað frá, at teir ikki ynskja at manna læknaviðtalurnar so leingi sum ásetingin um 3 og 2 dagar á hvørjum stað stendur við.

Læknar eru ein mangulvøra, og higartil hava verandi læknaavloysarar tosað fyri deyvum oyrum. Heilsutrygd torir ikki at blanda seg í málið, tí avtalan er politisk, og Heilsu- og Innlendismálaráðið metir, at hetta mugu kommunurnar við Skálafjørðin royna at loysa sjálvar.   

Læknastríð 
Vit á vestaru síðu á Skálafjørðinum vilja ikki birta uppundir eitt nýtt læknastríð.  Vit vilja bara hava eina góða og trygga heilsutænastu til okkara borgarar.  Sama ynski er sjálvsagt eisini galdandi hinumegin fjørðin. Tænastan er í eygsjón, um vit bara vísa tann rætta viljan og taka av. 

Kommunurnar í læknadøminum hava gott og væl 6.000 borgarar, sum ynskja tryggari viðurskiftir á heilsuøkinum ella í øllum førum ynskja at varðveita ta somu góðu og tryggu tænastu, sum tey hava fingið frammanundan. 

Uppnormering
Vit í Sjóvar kommunu fegnast eisini almikið um, at tað á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 er gjørd ein uppnormering av kommunulæknaskipanini í Skálafjarðar læknadømi úr trimum upp í fýra læknar. Enn vita vit ikki ítøkiliga, hvat fer at henda við økinum í 2017, men um uppnormeringin verður veruleiki, og tann fjórði læknin verður staðfestur, so fer hetta heilt vist at økja áhugan hjá nýggjum læknum at søkja størvini í læknadøminum, soleiðis at vit í framtíðini aftur kunnu fegnast um at hava dygdargóðar heilsutænastur, til gleði fyri allar borgarar í økinum. Í løtuni hava vit fýra viðtalur í Skálafjarðar læknadømi, tríggjar í Runavík og eina á Strondum, og vit taka fult undir við og ynskja, at allar hesar viðtalur verða mannaðar fulla tíð. 

Fyribilsloysn
Tað sum skuldi gjørt málið lættari at semjast um er, at vit tosa um at skipa økið so væl sum til ber í einum fyribilstíðarskeiði.  Í samstarvsavtaluni er ásett, at viðtalan á vestara síðu á Skálafjørðinum verður opin inntil onnur farleið er um Skálafjørðin, sum styttir um fjarstøðuna hjá borgarum á vestaru síðu á Skálafjørinum.  Hetta merkir, at tá ið koyrandi er undir Skálafjørðin, so verður viðtalan á vestaru síðu á Skálafjørðinum latin aftur, tí tá verða allar heilsutænastur savnaðar á Heilsumiðstøðini, hvar hon so enn verður, tí langsiktaða málið er framvegis, at vit í framtíðini fáa ein vælvirkandi heilsudepil.

Allar broytingar eru avbjóðandi og taka tíð, og serliga tá ið talan er um gamlar skipanir, men viljin hjá okkum er framvegis til at fáa gott og framtíðartryggjandi samstarv á økinum.

Tilmæli
Okkara besta tilmæli verður tí, at viðtalan á Strondum er opin hvønn dag, inntil koyrandi er undir Skálafjørðin. Atkoman hjá borgarunum á vestara síðu á Skálafjørðinum til læknaviðtaluna verður munandi lættari, og vit fáa tíð til at planleggja og gjøgnuføra eina nýgerð av heilsudeplinum, sum vónandi fer at rúma øllum teimum ásetingum og ætlanum, ið eru niðurfeldar í samstarvsavtaluna “Betri heilsutænastur til borgarar í Skálafjarðar Læknadømi”.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00