Sjovarkommuna

Vøluspá - í nútíðar útgávu

Vølvens Dom

Í túsund ára gamla kvæðnum Vøluspá greiddi Vølvan, spákona, Óðini, tí hægsta, frá heiminum líka frá upphavi til ragnarok. Bardagin, sum skuldi gera enda á jørðini – og frá tíðini eftir ragnarok, tá alt nælir av nýggjum.

Mikudagin 24. apríl 2019 var pallur settur upp í fimleikarhøllini í Stranda skúla, og áskoðarar vóru næmingar og lærarar í 1.-7. flokki. Leikararnir vóru frá SAUM, Nordisk Musikteater. Tríggir tónleikarar, ein operasangarinna og ein sjónleikari. Tónleikararnir høvdu samstundis leiklutirnar sum “Menniskju”, sangarinnan var “Vølvan”, og sjónleikarin var “Barnið”.

                                                                 *

Nútímans tónleikur, spældur á slagverk, violin og sello. Ein rødd úr hátalara greiðir frá menniskjum, sum ikki vita, hvat tey skulu. Ein barn er skolað í land og liggur á strondini – ein mynd, sum hevur brent seg inn í minnið á flestu okkara. Menniskjuni gera av at senda boð eftir Vølvuni at geva teimum ráð.

Inn kemur Vølvan, hugtakandi ílatin – men hon er ikki blíð. Hon er troytt av at verða boðsend í heilum av menniskjum, sum gera somu feilir umaftur og umaftur. Lat bara ragnarok gera enda á øllum, einaferð med alla!

Barnið hevur tó aðrar ætlanir. Tað raknar við, fer at leita eftir vatni. Minnist skattin hjá sær í taskuni og kannar hann: fræ av mais, rísi og korni, avleggarar til berjarunnar, mold. Og minnir seg á, hvussu tað var, tað skuldi gera við hetta. Ber eyga við eina býflugu – kanska er vón um, at følnaðu frukttrøini aftur fara at bera frukt.

Men hvaðan kemur Barnið? Tað hevur ferðast langt. Búði fyrst við mammu og pápa við sjógvin, men har komu skip so stór sum fjøll, og so var eingin fiskur eftir. Tey flýddu inn í landið við kornakrum, men so kom skerpingur, og pápin doyði í hungri. Mamman og Barnið fluttu inn í skógin við veiðidýrum, men har kom skógareldur, og so var heldur einki kjøt til matna. Tær flýddu út á havið, har mamman druknaði, og nú var Barnið rikið í land her.

Og hvar skal barnið fara við sínum dýrgripum? Menniskjuni eru samd: Vit hava ikki pláss fyri tær! Tú mást fara onkra aðrastaðni!

Tá leggur Vølvan upp í leikin:

"Hele den prægtige jord blev jer givet
med planter og dyr, ja, med selveste livet

Men gudernes gavmilde gave,
har I forgiftet, forpestet, forkastet.”


So Barnið sleppur at vera har. Og finnur alt, sum skal til: vatn, mold, býflugur. Gleðin hjá barninum er so rein og stór, at vit kunnu ikki annað enn frøast við tí. Menniskjuni høvdu púra gloymt, hvussu tey skuldu gera, men Vølvan biður tey læra av Barninum. Tað gera tey: eygleiða, hvussu barnið sáar fræini í mold, setur niður avleggarar og gevur býfluguni góðar umstøður. Vølvan steðgar ragnaroki (fyri hesa ferð), og skjótt fer at næla av nýggjum. Ein nýggj byrjan.

                                                                 *

Tá ið leikurin var liðugur, prátaðu leikararnir við næmingarnar um leikin o.a., og eftirsum ein føroyskur sjónleikari (Durita D. Andreassen) hevði leiklutin sum “Barnið” kundu næmingarnir tosa føroyskt. At enda fingu áskoðararnir ein lítlan posa av karsufræ at sáa heima við hús. Ein hugvekjandi, fjølbroytt og sera væl framførd sýning.

Her ber til at síggja meira: https://saum.dk/forestillinger/voelvens-dom/


Elin Henriksen


Myndir frá sýningini eru at síggja í myndasavninum.


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil1

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00